Fimti hvør sjúklingur við lungnakrabba, bíðar upp til eitt hálvt ár, áðrenn hann fer til lækna.
Tað vísir ein spurnarkanning, sum danska sjúklingfelagið fyri tey við lungnakrabbameini gjørdi í sambandi við altjóða lungnakrabbameinsdegnum 17. november.
Felagið sigur, at eisini kommunulækna knípur tað við kunnleikanum til lungnakrabba og avleiðingin er, at skúklingarnir koma seinni í viðgerð, enn teir áttu.
Sostatt mugu fýra av hvørjum 10 sjúklingum við lungnakrabba bíða í meiri enn ein mánað, frá tí at teir fóru til lækna við teimum fyrstu sjúkueyðkennum, til læknin fekk illgruna um lungnakrabba og sendu sjúklingin til serlækna.
Men felagið leggur dent á, at sjúklingarnir eiga sjálvir at ansa eftir sjúkueyðkennum og at fara til lækna uttan drál.
Tey hugsa serliga um fólk, sum roykja, ella sum hava roykt og sum eru farin um tey fimmti.
Men samstundis verður dentur lagdur á, at eisin yngri fólk kunnu fáa lungnakrabba.
Tey halda, at ein orsøk til, at sjúklingar drála ov leingi, er, at teir stúra fyri deyðanum.
- Nógv taka lungnakrabba sum ein deyðadóm, hóast tað als ikki er sagt, at so er. Tí vilja tey heldur liva í óvissuni.
Umberingarnar kunnu vera nógvar. Ein sjúklingur sum felagið spurdi segði, at hann drálaði at fara til læknan, tí ein sonur skuldi konfirmerast og ein segði, at hann hevði hosta slím, men at tað hevði onki upp á seg.
Vanligastu sjúkuteknini eru
Áhaldandi hosti í meiri enn seks vikur
Blóð í spýttinum.
Andaneyð
Píni fyri bringuni
Og annars kunnu sjúkueteknini vera at møði, ongin matarlystur og man fær aftur. Nøkur verða eisini hás.
Ikki allir sjúklingar hava øll hesi eyðkenni, men summir kunnu hava fleiri.
Myndin er av einum roykjara og tað er tí, at royking er hervilig at elva til lungnakrabba










