Bíða eftir Watson

Politiið í Føroyum hevur einki frætt um, nær og um Paul Watson frá Sea Shepheard kemur til Føroya

Fyrst segði Paul Watson koma fríggjadagin í seinastu viku so var tað leygardagin.
Í morgun hevði politiið í Føroyum framvegis einki frætt aftur frá felagsskapinum Sea Shepheard.
Hetlendsku myndugleikarnir hava lagt á Steve Irwin, tað størra skipaið hjá Sea Shepheard, og seinni í dag frættist væntandi, um skipið verður latið leyst aftur.
Paul Watson hevur bara tað minni skipið, Birgitte Bardot at koma til Føroya við, men tað skipið er so lítið, at tað illa klárar seg einsamalt, verður sagt.
Færøernes Kommando vil einki siga um málið, heldur ikki um danska sjóverjuskipið er til reiðar at taka ímóti Watson, um hann kemur. Færøernes Kammando vísir bara til politiið.
Um nakað hendir, kann danska sjóverjuskipið fáa ein virknan leiklut, nú føroysku sjóverjuskipini liggja bundin við tryggju.
Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur visi í morgun púrt einki um, hvar Paul Watson mundi vera staddur. Hann visti ikki meira nn, hvat fjølmiðlarnir hava borið av tíðindum.
Sum skilst hevur poliitið ikki sett nakað politistalið at taka ímóti Paul Watosn.
- Vit eru fyrireikað, sum vit eru til allar aðar uppgávur. Men kemur hann, vænta vit ikki tað stóra hundaslagsmálið, sigur Jón Klein Olsen.