Franski drápsmaðurin, ið sambært skotskum og fronskum tíðindafólki, skuldi vera ávegis til Føroya, er eftir øllum at døma ikki komin undir land enn. Leiðarin á kriminaldeildini í Havn, Bergleif Brimvík, hevur verið í sambandi við Interpol og spurt um mannin, ið skuldi havt dripið konu sína. Bergleif Brimvík sigur, at teir settu seg í samband við Interpol í gjár, og at teir fóru at handtaka mannin, um so var, at hann kom til Føroya.
Skotsku tíðindamenninir, sum Sosialurin tosaði við fyrradagin, søgdu, at eitt franskt løgreglulið var ávegis til Føroya, men hetta varð avsannað av løgreglustøðini í Havn. Berleif Brimvík sigur, at tað ber útlendskum løgregluliði at fremja handtøku í Føroyum, men so skulu myndugleikarnir her á staðnum hava givið loyvi til tess.
Vanlig mannagongd hevði verið, at løgreglan í Føroyum hevði handtikið slíkar brotsmenn, og síðani latið teir upp í hendurnar á løgreglu í øðrum landi; um so er, at brotsverkið er framt í egna landi brotmansins.