Bíða eftir suðurafrikananum

Í B36 bíða tey í spenningi eftir, at suðurafrikanski áleyparin, Obele Okeke Onyebuchi, skal koma til landið. Umboð fyri felagið hava til fánýtis verið á flogvøllinum í Vágum eftir spælaranum, sum ikki hevur verið við flogfarinum.
Bæði týsdagin og mikudagin skuldi suðurafrikanin koma til landið, men trupulleikar við pappírunum hava seinkað honum, stendur at lesa á heimasíðuni hjá B36.
Samstundis verður sagt, at Obele Okeke Onyebuchi við vissu kemur til landið við flogfari í dag.