Onki fæst í løtuni at vita um, hvørt uppsjóvarvirkið í Fuglafirði verður egg ella ungi. Sigurð S. Simonsen er sjálvur stjóri í nýstovnaða felagnum Enni. Enni er íleggingarfelag fyri smærru íleggjararnar - einstaklingar, virki og fakfeløg. Hetta felagið skal ætlandi eiga 10 prosent av partapeninginum í nýggja uppsjóvarvirkinum. Restin kemur frá stórum íleggjarum, og teir sum hava víst størst áhuga eru Bakkafrost/Havsbrún og Framherji. Sum skilst verður eisini roynt at fáa p/f Christian í Grótinum, sum eigur Norðborg og Christian í Grótinum upp í eisini.
Virkið er mett at kosta umleið 200 milliónir krónur, og partapeningurin verður umleið 60 milliónir krónur. Tað merkir, at Enni fer at eiga seks milliónir krónur av partapeninginum, meðan restin skal koma frá teimum stóru.
Men hesir hava gjørt av onki at siga um verkætlanina í løtuni.
- Vit skulu nokk lata frætta frá okkum, tá okkurt er at siga, og í løtuni hava vit onki at siga, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sum eisini eigur Havsbrún.
Bakkafrost er skrásett á norska børsinum í Oslo, men Regin Jacobsen vísir aftur, at tað eru atlit til børsin, ið avmarka frásøguhugin.