Bestu donsku fótbóltsfeløgini gleddu seg um eina veruliga kapitalinnspræning, tá nýggj avtala um sjónvarpsrættindi varð gjørd í fjør. Tað er tó komið óvart á fleiri feløg, at útgjaldið av pengunum ikki kemur fyrr enn í desember mánaði. Jyllands Posten skrivar, at fleiri av feløgunum hava roknað hetta sum gjaldføri við ársbyrjan, og tað gevur trupulleikar við gjaldførinum í fleiri feløgum. Stjórin í Divisionsforeningen, Claus Thomsen, dugir tó ikki at síggja trupulleikan í hesum. Hann tvíheldur nevnliga um, at feløgini alla tíðina hava vitað, hvussu útgjaldið av pengunum skuldi fara fram.