Bíða eftir ríkisadvokatinum

Nú bendir alt á, at maðurin, sum hevur sitið varðhaldsfongslaður í meira enn 13 mánaðir, skjótt kemur fyri rættin.

Tað er maðurin, sum í fjør stakk Finn Ougaard, varafúta í lærið.

Ta fyrstu tíðina sat maðurin varðhaldsfongslaður í Føroyum, men varð síðan fluttur í Vestre Fængsel í Danmark.

Fleiri kanningar eru gjørdar av manninum at nýta sum grundarlag, um ákæra kann reisast ímóti honum. Tað hevur tikið so drugva tíð, tí fyrst dró út at gera mentalkanning, og tá ið hon umsíðir varð gjørd, mátti hon gerast umaftur.

Eina tíð lá málið í rættarlæknaráðnum, sum skuldi meta, um maðurin var egnaður at fara í rættin.

Nú liggur málið hjá ríkisadvokatinum, sum orðar ákæruskrivið. Ríkisadvokaturin fekk málið 27. mai.

Alla hesa tíðina er varðhaldsfongslingin longd, og eins og áður varð hon kærd seinast, men staðfest av landsrættinum.

Verandi varðhaldfongsling gongur út 28. juni, og verður ákæruritið ikki liðugt tá, verður lagt upp til at leingja varðhaldsfongslingina enn eina ferð