Umborð á Norrönu bíðaðu mong ferðafólk eftir at sleppa í land, men á landi bíðaði eisini hópurin av fólki sum skuldi umborð á flaggskip okkara.
Smyril Line hevði nevniliga lýst við einum harmoniku-túri aftur og fram til Bergens. Og líkt var til, at fólk veruliga hava sæð fram til henda túrin. Út ímóti 800 fólkum høvdu nevniliga bílagt sær ferðaseðil til henda serstaka túrin.
Men í gjáramorgunin skikkaði veðrið sær soleiðis, at Norröna fyrst kom at landi um 9-tíðina, tá ein lítil skái var. Men Smyril Line lat ikki fólkini vera eftir svong og heimleys.
Ístaðin fyri fekk felagið skipað soleiðis fyri, at ein partur ferðafólkunum vórðu flutt við bussum aðrarstaðir, - eini 300 niðan á Hotel Føroyar og eini 80 á Sjómansheimið, har morgunmatur stóð fyri teimum.
Hetta kom helst væl við hjá mongum, tí fleiri teirra komu av bygd og vóru farin árla frá húsum fyri at vera í nóg góðari tíð í Havn.
Men øll henda seinkingin mundi kortini vera gloymd, tá Norröna um 11:30-tíðina legði frá landi til Bergens.