Bíða eftir nevningatingi

Varðhaldsfongslingin av tveimum litavum í Føroyum varð mánadagin longd við fýra vikum. Teir koma helst at sita longur enn so, tí teir skulu væntandi fyri nevningating, ið skal fyrireikast

Tveir litavar, sum hava sitið varðhaldsfongslaðir síðan november í Føroyum, góðtóku í gjár, at varðhaldsfongslingin varð longd við fýra vikum.
Menninir eru skuldsettir fyri at hava innflutt stóra nøgd av sterkum rúsevnum í bili sínum. Rúsevnini vóru ikki ætlað til føroyska marknaðin. Menninir høvdu ætlað sær at farið beint til Íslands, men tollararnir kannaðu bilin so væl, at teir blivu ov seinir, og seinni vórðu so rúsevnini funnin í bilinum.
Líka til fyri tveimum vikum síðan sótu menninir avbyrgdir, men tá ið Føroya rættur ikki vildi tað meira, varð annar maðurin fluttur til Danmarkar at sita í varðhaldi, so menninir ikki fingu tosað saman.
Tað gongur ein tíð enn, til málið kemur fyri rættin, tí teir skulu væntandi fyri nevningating. Enn er arbeiðið við at fyrireika nevningating ikki farið í gongd.