Fótbóltur
- Eg veit væl, at freistin er sett til nýggjársaftan. Og til ta tíð kunnu vit ikki hava nakað endaligt. Men eg vil siga, at tað nú er so nær við, sum tað ber til. Vit hava átta kommunur við í ætlanini, og FSF hevur eisini givið sína tilsøgn. Tað einasta, sum okkum nú tørvar, er ein tilsøgn frá landinum um, at eisini tað almenna er við í ætlanini.
Soleiðis sigur Jens Martin Knudsen, tá hann verður spurdur, um teir enn hava eina vón um, at høllin í Skálabotni verður veruleiki.
- Tað vóni eg so sanniliga. Vit vóru í summar á fundi við Mentamálaráðið, menn enn hava vit so ikki fingið nakað svar frá teimum. Trupulleikin hjá okkum í hesum var eisini, at vit kundu ikki fara til tað almenna, fyrr enn allir aðrir lutir vóru upp á pláss. Tað hava vit fingið, og tí haldi eg, at tað átti at borið til at longt freistina. Í øllum førum til vit vita, um tað almenna vil vera við ella ikki, sigur Jens Martin Knudsen.











