Ein dystur í 2. deild, sum sambært skránni skuldi havt verið spældur sunnudagin, varð útsettur. Talan er um uppgerðina í Gundadali millum B36 og TB. Dysturin er útsettur, og ætlanin er, at hann skal verða spældur hóskvøldið. Orsøkin til at dysturin er útsettur er tann, at Óli Johannesen er upptikin av EM undankappingardystum. Ivaleyst verður hann nakað móður hóskvøldið eftir stríðið í annaðkvøld ímóti Litava, men hóskvøldið skulu hann og tvørámenn í eldin í Gundadali.