Bíða eftir Kringvarpinum

Hóast orðaljóðið í brævinum, sum Kringvarpið fekk frá ÍSF, var rættiliga greitt, so vil ÍSF-forsetin ikki kalla hetta fyri eina uppsøgn.

- Tað meta vit ikki, tí vit hava altso givið eina freist til 15. desember, og tað eru so nakrir dagar afturat.

Vil tað so siga, at talan er um eina seinastu hóttan?

- Eg vil heldur siga, at hetta er ein staðfesting av, at vit koma ikki víðari í verandi støðu. Og tolið hjá okkum er uppi nú. Vit halda okkum hava verið sera lagalig í samráðingunum, men upplivingin hevur fyri tað mesta verið einvegis samskifti, og tað vilja vit ikki longur góðtaka, sigur Heðin Mortensen.