Reykjavík: Tað hevur leingi verið ávegis, men nú hevur kreppan gjørt tað tvingandi neyðugt hjá størstu dagbløðunum í Íslandi, at leggja saman.
- Bløðini hava í longri tíð verið rikin við undirskoti, og tí hevur tað leingi ligið í luftini, at tey skuldu leggja saman fyri at spara upp á útreiðslurnar, sigur Camilla Aradóttir, sum starvast sum blaðkvinna á Morgunblaðnum.
Tað verður tó framhaldandi talan um tvey ymisk, sjálvstøðug dagbløð redaktionelt, men ætlanin er at útnytta felags funktiónir so sum útbering og prenting.
Talan verður sostatt um somu eigarar av báðum bløðunum við teimum sparingum, sum ein felags umsiting eisini kann bjóða.
- Tað hevur verið tosað um hesa samanleggingina í fleiri mánaðir, tí tað hevur verið neyðugt at spara upp á útreiðslurnar. Nú hevur kreppan so gjørt, at tað er tvingandi neyðugt, at samanleggingin hendir her og nú, sigur Camilla Aradóttir.
24stundir niðurløgd
Tað, at Frettablaðið nú er lagt saman við Morgunblaðnum, hevur ført við sær, at ókeypisblaðið hjá Morgunblaðnum, sum nevndist 24stundir – eitt systurblað til danska blaðið 24timer – nú ikki er til longur.
- Tað blaðið er niðurlagt, at tað hevur havt tær keðiligu avleiðingar, at 22 fólk eru søgd úr starvi í síðstu viku, sigur Camilla Aradóttir.
Men Frettablaðið og Morgunblaðið fara so at halda fram sum sjálvstøðug dagbløð, og nú verður bert bíðað eftir, um kappingarráðið góðtekur samanleggingina, serliga tí talan er um eina samanlegging millum landsins størstu dagbløð.
Camilla Aradóttir sigur, at tilsamans arbeiða eini 90 fólk á Morgunblaðnum, íroknað myndafólk og lay-out fólk. Hartil koma so prentarar og onnur starvsfólk á prentsmiðjuni, so tilsaman metir hon, at eini 110 til 120 fólk starvast á Morgunblaðnum.