Bíða eftir Icesave

Danmark er sinnað at hjálpa íslendingum við at fáa búskapin aftur á beint, so landið kann byrja av nýggjum. Tað segði Lene Espersen, uttanríkisráðharri, aftan á ein fund við norðurlendsku starvsbrøður sínar í Keypmannahavn í gjár.

Sambært Børsen var niðurstøðan á fundinum, at Norðurlond eru til reiðar at hjálpa Íslandi, men at tað er eisini umráðandi, at íslendingar gera eina avtalu við bretar og niðurlendingar um Icesave-skuldina.

Sambært Aftenposten er Noreg sinnað at veita Íslandi hjálp uttan at bíða eftir einari semju um Icesave.