Bíða eftir Helenu Dam á Neystabø

Tað eru ikki bara politiska skipanin, sum bíðar eftir Public Service sáttmálanum. Tað gera starvsfólkini í Kringvarpinum og í privatu miðlunum eisini, sigur Sjúrður Skaale.

- Hvør er orsøkin til, at public service-sáttmálin millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið ikki er settur í gildi enn? Nær verður public service-sáttmálin millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið settur í gildi?

Hesar spurningar vil Sjúrður Skaale, løgtingsmaður, hava Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum at svara. Sjúrður Skaale vísir á, at tann 19. mars 2009 lovaði landsstýriskvinnan í mentamálum á almennum fundi, at eitt uppskot til public service-sáttmála millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið skuldi leggjast fyri tingið sama vár. Men tað hendi ikki.

- Tann 25. november 2009 kom eitt uppskot um sáttmála fyri tingið til aðalorðaskiftis. Breið semja var um, at slíkur sáttmáli eigur at verða settur í verk, og frá fleiri pørtum komu uppskot og tilmæli um ábøtur á uppskotið. Sáttmálin skuldi sambært landsstýriskvinnuni vera galdandi frá 1. januar 2010 til 31. desember 2013. Tað hendi heldur ikki, sigur Sjúrður Skaale..

Hann vísir át, at nú er 2010 farið at halla er framvegis eingin sáttmáli settur í verk.

- Og tað er ikki bara politiska skipanin, sum bíðar eftir hesum sáttmála. Tað gera starvsfólk í kringvarpinum eisini - og tað gera starvsfólk á privatu miðlunum eisini, vísir Sjúrður Skaale á.