Bíða eftir fundarboðum

- Vit hava ikki sagt sáttmálan upp, og tí vænta vit, at tað verður Fiskimannafelagið, sum tekur stig til næsta fundin, sigur Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum. Hóast sáttmálin millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag gongur út 1. desember í ár, hevur bert ein stuttur fundur verið millum feløgini.

Tað er Fiskimannafelagið, sum hevur sagt sáttmálan við reiðararnar upp. Onnur manningarfeløg hava ikki sagt upp sínar sáttmálar við Reiðarafelagið á hesum sinni.

Ein stuttur fundur var millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið fyri góðari viku síðan.

Formaðurin í Reiðarafelagnum, Viberg Sørensen, sigur, at felagið bíðar eftir fundarboðum frá Fiskimannafelagnum.

- Vit hava ikki sagt sáttmálan upp, og tí vænta vit, at tað verður Fiskimannafelagið, sum tekur stig til næsta fundin.

Viberg Sørensen sigur, at enn hevur reiðarafelagið ikki sæð nakað ítøkiligt um, hvørji ynski Fiskimannafelagið hevur í einum nýggjum sáttmála, men hann heldur, at talan eru um onkrar reguleringar.

- Vit hava sum sagt ikki sagt sáttmálan upp, og tí hava vit heldur ikki sett fram nøkur krøv um serstakar broytingar í einum nýggjum sáttmála, sigur Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum.

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, væntar, at stjórn felagsins fer á fund fríggjadagin at tosa um samráðingarnar, sum liggja fyri framman.