Bíða eftir eykajáttan

Landsverkføðingurin hevur biðið um eykajáttan til at betra um parkeringsviðurskiftini við flogvøllin. Einki svar er komið enn

Bíðað verður eftir pengum til at víðka um parkeringplássini við flogvøllin í Vágum.
Oyvindur Bromnes, landsverkfrøðingur, sigur, at søkt er um at fáa einar 500.000,- krónur á eykajáttanarlógini, sum er á veg. Men enn er einki svar komið.
Hann sigur at fyri hesar pengarnar kunnu gerast eini 40 - 50 parkeringspláss aftur at teimum verandi. Tað hevði hjálpt væl upp á støðuna, hóast tað ikki er í námind av teirri ætlanini, sum fyrr hevur verið frammi.
Hóast nakað væl er liðið út á árið, væntar landsverkfrøðingurin, at tað ber til at gera hetta arbeiðið í ár, um pengarnir verða játtaðir nú beinanveg.
Tað er nakað trongligt, sum er við flogvøllin, og hóast nýggj parkeringsskipan varð sett í verk herfyi, eru ikki øll, sum halda, at tað er nóg gott enn.
Líkt er til, at fólk ikki hava hug at gjalda fyri at lata bilin standa við flogvøllin. Og tey plássini, har gjald ikki verður tikið, eru tíðaravmarkað, so har ber heldur ikki til at lata bilin standa, um ein eitt nú ætla sær av landinum ella kanska skal til arbeiðis á flogvøllinum. Tað ger so, at onkur framvegis bókstaviliga setir bilin »við síðuna av« vegnum.

Eisini til Gásadals
Landsverkfrøðingurin hevur eisini søkt um eykajáttan til tunnilin til Gásadals, sigur Oyvindur Brimnes. Men heldur ikki her ber til at siga í løtuni, hvussu úrslitið verður.
Tað er nakað væl eftir at gera í samband við tunnilsgerðina til Gásadals. Loftið er um at vera liðugt tryggjað. Men vegurin bæði inni í tunlinum og oman til Gásadals er eftir at gera. Portalarnir báðumegin skulu gerast, og øll trygdarútgeðin, sum skal vera í tunlinum, skal fáa til vega.
Oyvindur Brimnes sigur, at hetta er ikki nakað, sum verður gjørt liðugt í ár. Langt frá tí. Og hvussu verður næsta ár, veit hann heldur ikki.
?Her er talan um upphædd upp á nakrar milliónir, sum brúkast skulu enn, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur.