Herfyri var nógv herverk gjørt í Mykinesi. Eingin er skuldsettur í málinum, men Vágaportalurin skrivar í morgun, at løgreglan hevur sent eina DNA-roynd til Danmarkar og sum tey nú bíða eftir.
Henda roynd kann møguliga staðfesta, um maðurin, løgreglan hevur illgruna til, er tann rætti.
? Tað, sum løgreglan hevur staðfest, er, at einki herverk er framt í Mykinesi síðani løgreglan gjørdi sínar avhoyringar í málinum, skrivar Vágaportalurin.