Bíða eftir Chavez

Eftir ætlanini skuldi Hugo Chavez setast í forsetaembætið í Venesuela í morgin fyri eitt valskeið afturat, men eftir áheitan frá honum hevur tjóðartingið samtykt at útseta innsetanina.

Orsøkin er, at Chavez liggur sjúkur norðuri í Kuba, og at hann er ov veikur til at fara heim.

Hugo Chavez hevur stríðst við krabbamein tey seinastu árini, og fyri einum mánað síðani varð hann lagdur undir skurð í Havanna. Hann hevur ikki víst seg alment síðani.