Bíða eftir at evakuera

Brimil liggur nú hjá pólska seglbátinum, men tað er nakað ilt í sjónum enn.

MRCC Tórshavn sigur, at teir í løtuni bíða eftir tyrluni hjá donsku sjóverjuni, áðrenn teir fara undir at evakuera tey 10 fólkini.

- Vit hava fingið staðfest, at eingi børn eru við bátinum. Talan er um átta mans og tvær kvinnur, verður sagt av MRCC.

Tyrlan hjá donsku sjóverjuni verður hjá Brimli og seglbátinum um 19-tíðina, og hóast tyrlan ikki skal nýtast í evakueringini, vilja teir hava hana har sum ein eyka tryggleika.

Eisini ein tyrla hjá Atlantsflog er á veg á staðið.

Sagt verður av MRCC, at seglbáturin flýtur enn, men at onnur av teimum báðum mastrunum er brotin.

Enn er ikki støða tikin til, um seglbátuin verður tikin upp á sleip, tá fólkið er fingið umborð á Brimil. Tað veldst eitt sindur um veðrið.

- Pólski seglbáturin hevur verið ein túr runt Ísland, og var nú á veg heim aftur, tá hann rendi seg í illveður, verður sagt av MRCC.