- Vit hava í løtuni ikki orku til at fáa alt upp aftur at koyra, ásannar stjórin í samtakinum, sum keypti seks ísfiskatrolarar og fýra fiskavirkir, Jógvan Dávid Jacobsen. Tað eru tey, sum ótolnast eftir, at fiskavirkið á Toftum skal lata uppaftur.
Jógvan Dávid Jacobsen, stjóri, sigur, at virkið í Runavík nú hevur verið opið í smáar tveir mánaðir, men enn kann hann ikki siga, nær dagurin kemur til Toftir.
Hann vísir á, at tað hevur verið nøkulunda við ráfiski í Runavík, har virkið serliga hevur keypt fiskin hjá teimum seks trolarunum, sum felagið eigur.
- Tað hevur víst seg, at upsafiskiskapurin er minkaður, og at meiri hevur verið at fingið av toski. Í Runavík arbeiða vit bara upsa, og tí eru nøgdirnar av toski, sum skipini hava fingið, farnar á uppboðssølu.
Hann leggur aftrat, at arbeiði á fiskavirkinum í Runavík hevur verið rímiliga støðugt, men í seinastuni hava verið dagar, har gólvini hava verið turr.
Tey, sum arbeiddu á saltfiskavirkinum á Toftum, hava leingi vónað, at tey fóru at fáa arbeiðsboð, men enn er virkið ikki latið uppaftur.
- Virkið á Toftum helst skal hava onkrar ábøtur, men trupulleikin er ikki, at tað eru heilsufrøðilig krøv sum gera, at virkið framvegis ikki er komið upp at koyra. Virkið á Toftum var jú opið, heilt til Faroe Seafood endaði í Skiftirættinum, so tað kann í prinsippinum latast uppaftur í dag, um tað skal vera.
Hann leggur aftrat, at eitt, sum nýggju eigararnir sjálvandi eisini hugsa um, er, hvussu verður við ráfiskagrundarlagnum, nú líkt er til, at ein partur av ísfiskaflotanum helst fer at fiska makrel í summar og í heyst.
Jógvan Dávid heldur, at teir soleiðis gera rættast við at bíða eitt sindur, so síggjast kann, hvussu støðan við ráfiskagrundarlagnum verður, sum tíðin gongur.
- Vit hava í løtuni ikki orku til at fáa alt upp aftur at koyra, ásannar stjórin, sum leggur aftrat, at eitt saltfiskavirkið eisini bindir meiri pening, enn eitt vanligt flakavirki ger, tí tað tekur longri tíð, áðrenn vøran fer á marknaðin.










