Bíða eftir afturmelding

Fyribils bíðar Føroya Pedagogfelag eftir einari afturmelding frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Fíggjarmálaráðnum

Pedagogarnir halda fram við verkfallinum.
Vit bíða eftir einari afturmelding frá Fíggjarmálaráðnum og KAF upp á tað uppleggið, sum vit lótu teimum leygardagin. Teir lovaðu at venda aftur, og tað er tað, vit bíða eftir í løtuni, sigur Maud Wang Hansen.
Hon vil ikki koma inn á smálutirnar í krøvunum, ið felagið vil hava ígjøgnum, men vísir til tað, ið limirnir hava lagt dent á í teimum tiltøkum, ið skipað er fyri.
Fyrireikingartíðin er rættiliga sentral í samráðingunum, men eg havi ikki so nógv at siga í løtuni, sigur Maud Wang Hansen.
Tiltøkini hjá felagnum halda fram, og seinnapartin í dag verður skipað fyri picknick á Vaglinum fyri foreldrum og børnum.
Fyribils eru so ongar samráðingar, og sambært forkvinnuni í Føroya Pedagogfelag liggur bólturin hjá Fíggjarmálaráðnum og KAF.