Bíða eftir 11. september

Seinastu dagarnar hava fleiri dystir verið í bestu kvinnudeildini. Mikukvøldið 19. juni vóru tveir dystir, sum sambært skránni áttu at verið 6. juli, og í viku­skift­inum vóru tríggir dystir. Burtursæð frá ÍF-HB, sum er á skránni 6. juli, so verður nú summarfrí fram til sunnu­dagin 18. august.
Í toppinum er støðan óbroytt. EBS/Skála er eftir ellivu umfør á odda við 30 stigum, og KÍ hevur 28 stig. Tað eru bara hesi bæði lið­ini, sum kappast um FM heitið. Burtursæð frá at KÍ her­fyri ikki megnaði meiri enn javnleik í Gundadali ímóti B36, so hava úrslitini lagað seg soleiðis, sum tað kundi roknast við. KÍ vann miku­kvøldið trilvaligan sigur á AB á útivølli, og EBS/Skála hevur vunnið á B36 á heimavølli og Víkingi á útivølli, uttan at nakað mál er farið ígjøgnum hjá oddaliðnum.
Um tað næstu nógvu ferð­ir­nar fer at laga seg soleiðis, sum tað higartil hevur gjørt, so er tað sannlíkt, at FM finalan verður í Klaksvík miku­dagin 11. september, tá ið EBS/Skála og KÍ bresta sam­an í Klaksvík.
HB og B36 eru í tættari kapping um bronsuplássið, ÍF hevur næstan tryggjað sær fimta plássið, Víkingur er nummar seks, og AB eigur framvegis fyrsta sigurin til góða.