Bíða bara eftir byggiloyvi

- Verkætlanin er púra klár, og nú verður bara bíðað eftir byggiloyvi, sigur Hallur F. Hansen

Byggifyritøkan Búsetur og Vodafone hava í vetur gjørt ein sínámillum sáttmála um bygg­ing á einum grundøki í Havn, sum Búsetur eigur.
Grundøkið liggur beint við vegamótið, sum førir út á Norðasta Horn.
- Avtalan er, at vit skulu byggja ein bygning á hes­um grundøki, og so skal Voda­fone leiga meginpartin av bygninginum til sítt virk­semi.
Hallur F. Hansen, arbeiðs­for­mað­ur hjá Búsetur, sigur, at tá bygningurin er liðugur, flyt­ur skrivstovuvirksemið hjá Búsetur eisini út hagar.
- Verkætlanin er púra klár, og í løtuni verður bara bíðað eftir byggiloyvi frá Tórs­havn­ar kommunu, sig­ur Hallur F. Hansen.