Skráin stendur nevniliga av trimum av størstu donsku DJ'unum nakrantíð; Trentemøller, Djuna Barnes og Kjeld Tolstrup og afturat teimum ongum minni enn føroyska Brynjolfi á Heygum, eisini kallaður B.A.B.Y.
- Tey, sum hava føðingardag, eru vinfólk hjá mær. So ein dagin, tá eg og Djuna sótu og snakkaðu um hendan føðingardagin, kom tað bara fram, at eg – ella faktiskt B.A.B.Y – burdi verið »special guest DJ« til veitsluna. Og soleiðis hendi tað bara, greiðir Brynjolfur frá um, hvussu hann er sloppin uppí part hetta kvøldið.
- Tað vera eg; Trentemøller, sum øll sikkurt kenna; Djuna Barnes, sum er millum feitastu DJ'arnar í Danmark í løtuni; og Kjeld Tolstrup, sum hevur verið mega stórur síðani 80ini og hevur spælt á øllum teimum størstu klubbunum í heiminum.
- Tað er mega løgið, tí tað hendir so knapliga; hetta at fara frá ongum til teir bestu ella soleiðis. Tað kitlar í búkinum, og eg royni at fyrireika meg ordiliga nógv. Vóni at kunna imponera eitt sindur, tí so kann jú vera, at mann sleppur at gera tað aftur. Eg royni í øllum førum at brúka tær kontaktirnar, sum eg havi, og tað byrjar at geva úrslit, sigur Brynjolfur glaður og róligur.










