Bíða, bíða og bíða

Umafturafturum við Høgna Djurhuus


Vælkomin. Tak eitt nummar, flyting ella kontant og alt annað enn flyting. Og so at bíða, bíða, og bíða, og bíða.

Gott at vera fastløntur og ikki tímaløntur, tí so reyk ein tímaløn afturat teimum 200 krónunum, sum tað kostar at flyta 100 krónur úr ríkinum.

Hvat var nú mítt nummar aftur? 666. Og uppi yvir kassarøðini standa 658 og 659. Sum vant er eingin við kassa 1. Kassi 3 er eisini ómannaður, sum vant mundi eg sagt.

Dunggggg. Nummar 660, nummar 660, ljómar ein kvinnurødd innan fyri pengarnar. Jú, tað gongur framá, stig fyri stig, uggi eg meg sjálvan.

Eitt fram og tvey aftur. Hugsi um hetta samfelagið, har sum dugnaloysi og seinføri, slendrian, eru fremstu dygdir.

Knappliga, sum ein rentulækking fyri innlán, fái eg kaldasveitta. Klokkan er nú 15.42. Hvat hendir, um vit bara eru komin til 664, tá klokkan verður 16.00? Ætlaði pínadoyð at fáa hesa flytingina flutta í dag. Tí skundaði eg mær oman, sníkti meg úr arbeiðinum, onga staðni inn á vegnum.

Tíverri, klokkan er fýra, nú er stongt, men tú ert vælkomin aftur í morgin.

Nei, tíbetur, hatta var bara ein tvangstanki, ein marra í vøku. Klokkan er ikki fýra. Hon er ikki fýra enn.

Nummar 658 hevur nú staðið har frammi við diskin í tíggju minuttir, tí kassadaman og daman hinu megin diskin kennast og hava nógv annað at tosa um júst nú og her enn pengaflytingar.

Bíða, bíða. Einasta undirhald her á leiðini eru tey, sum tosa í fartelefon, ekshibitionistarnir.

Hví gera bankarnir ikki sum flogfeløgini á teimum longu ferðunum, vísa ein film? Ella biðja onkran koma at siga stuttligar søgur. Ella bjóða eitt rúm, har fólk kunnu fara inn at leggja seg, meðan tey bíða.

Klokkan gongur. Hon nærkast óhugnaliga hóttandi sekstan nullnull. Nú er hon so mikið sum 15.55. Fimm minuttir, 300 sekund.

Mín egna skyld, sjálvandi. Eg kundi fylgt ráðunum frá bankanum og orðnað mínar flytingar á netinum. Tað kostar einki (ikki enn).

Eg kundi eisini fylgt ráðunum hjá bankanum og keypt partabrøv í honum. Ella tikið allar glæstrilýsingarnar í álvara. Eg kundi so nógv, eg kundi so nógv. Men nú standi eg her. Hey...dungggggg. Nummar 665, nummar 665. Einki hendir. Nummar 665, nummar 665.

Nummar 665 misti tolið, tá vit komu til dunggggg 662 og rýmdi. Sjálvvirkandi rennihurð er, so ikki bar til at bresta hurðina aftur.

Dungggg. Nummar 666, nummar 666. Ja, her, her. Eg fari við meira enn innanbíggjar hámarksferð til kassan við lepanum í hondini. Har stendur 666, ikki 999?

Eg sleppi av við pengar, mínar egnu. Tíbetur hevði eg, meira av tilvild enn umhugsni, SWIFT-talið við. Annars kostaði tað 100 krónur afturat teimum 200. Klokkan er 15.58.

Nú bíði eg aftur. Bíði og bíði eftir einum nýggjum sáttmála.

Tey vistu í fýra ár, at sáttmálarnir vardu bara til 1.oktober, 1.oktober í ár, ikki í 2011.

Men tað hevur ongan skund at gera nýggjar. Einki hevur skund í Føroyum. Tí hava føroyingar so gott tol. Vit áttu øll at fingið bíðipengar.

Á veg til hús úr bankanum hugsi eg annars um, at flogbóltskappingin byrjar skjótt.

Tey vera flúgvandi í Fíggjarligumstøðufestiliguni.