Tað var annars sensatiónin, Sloane Stephens, sum sló sjálva Serena Williams (seedað sum nummar eitt) út úr kappingini, Australian Open, men heimsins nummar tvey var ov mikið.
Finalan varð spæld í morgun føroyska tíð, og har var Na Li sterkari í fyrsta setti, sum hon vann 6-4 móti Victoriu Azarenka úr Hvítaruslandi.
Men Azarenka kom aftur í øðrum setti, sum hon vann við somu tølum, 6-4.
Her fekk Na Li skaða í vinstra økul, men kom seg rættiliga væl. Í triðja setti breyt Azarenka í fyrsta spæli til 1-0, men síðani kom Na Li væl aftur og vann seg fram um 2-1. Men í fjórða spæli beklaði Na Li aftur og smekaði høvdið í, so hon aftur mátti fáa viðgerð.
Eftir hetta var ikki so nógv at gera hjá Na Li, og eftir at hava verið á odda 2-1, tapti hon 3-6 móti Victoriu Azarenka, sum nú aftur er nummar eitt í heiminum.