Rocksangarin Axl Rose er ikki fegin um eldri myndir av sær, har hann sær hyldligur út.
The Guardian skrivar, at Axl Rose nú vil hava myndir, sum vórðu tiknar á einari konsert í 2010, strikaðar av Google. Á myndunum sær andlitið á Axl út til at verða blivið rundari enn vanligt, og hann syngur við sveittabroti.
Vanliga finnur tú hesar myndir við at leita eftir ”Fat Axl Rose” á Google.
Felagið Web Sheriff hevur nú vegna Axl Rose kravt, at hesar myndir verða strikaðar úr Google leitiskipanini. Sagt verður, at myndamaðurin Boris Minkevich hevur givið Axl Rose rættindini til myndirnar, men tað sigur myndamaðurin seg einki vita um.
Google hevur ikki viðmerkt málið.