Sangarin í Guns N?Roses, Axl Rose, vildi gera norrmenn glaðar. Fyri at gera tað, fór hann út á pallin í Oslo í einum flaggi - trupulleikin var bara at tað var svenska flaggið Tað var tá Guns N?Roses høvdu eina konsert í norska høvuðstaðnum Oslo, at misstakið við flagginum hendi.
Áskoðararnir róptu og flentu um hvørtannað og Axl dansaði runt í flagginum í fleiri minuttir, áðrenn hann blakaði tað av sær.
Hvussu hetta kundi henda veit man ikki, tí bólkurin vildi ikki gera nakrar viðmerkingar til flaggið aftaná konsertina.