Sangarin í Guns N’ Roses, Axl Roses, hevur givið nýtt lag út, og tað er fyrstu ferð í 10 ár, at nýtt er at hoyra frá honum. Lagið eitur Rock the Rock, og sjónbandalagið er samstarv við Looney Tunes.
Talan er um teknifilm, har Axl er teknaður og kendu figurarnir úr teknifilmum spæla við.
Útlendskir miðlar meta, at lagið minnir um AC/DC, har Axl Rose var avloysari eina tíð, orsakað av, at AC/DC sangarin Brian Johnson hevðu hoyriskaða.
Sambært útlendskum miðlum hevur Axl Rose ikki skrivað lagið. Tað hava Rob Janas og Joshua Funk.
Guns N’ Roses hava verið á palli við stórum parti av upprunamanningini síðstu tvey árini, og siga seg ætla at koma við eini útgávu skjótt.
Nýggja lagið hjá Axl Rose hoyrist við at trýsta her: https://www.youtube.com/watch?v=UjDGvoL4woE