Axel minnist

Axel Mortensen hevur givið út bókina »Úr farnum tíðum.« Bókin er, sum heitið sigur, minnisrit. Talan er um blaðgreinar, høvundurin hevur savnað í bók

Útgáva


Tvøramaður er hann, so rímiligt er, at tað, Axel Mortensen minnist úr farnum tíðum, er av Tvøroyri. Tað er eisini haðani, frásagnirnar eru.
Axel Mortensen er ættkærur maður, og tað kemur eisini til sjóndar í bókum hansara. Tí hendan, sum nú kemur, er ikki tann fyrsta. Nevnast kunnu »Bretsku konslarnir«, »Mortensen menninir«, og »Gloymdu ikki ættarbandið«.
Øll evni, ið viðkoma manninum sjálvum. Axel Mortensen var sjálvur í mong ár bretskur konsul í Føroyum. Ættarnavnið Mortensen dylur hann ikki, og ættarbandið, skrivað er um, er um Mortenseættina úr Øravík.
Í fororðinum sigur høvundin, at talan er um 18 greinar, hann hevur skrivað síðan 1986. Greinarnar eru um barna- og ungdómsárini á Tvøroyri, endan á slupptíðini, kirkjuna, hersetingina undir seinna heimsbardaga, náttúrulýsingar og mangt annað. Fleiri av frásagnunum eru í tveimum. Hava verið so mikið langar, at ikki hevur verið pláss í einari blaðgrein, skilst.
Í bókini eru nógvar myndir, sum sjálvandi, vil ein siga, ikki eru nýggjar. Tær lýsa í stóran umhvørvið á Tvøroyri í eini farnari tíð, eins og nógvar persónsmyndir eisini eru við.
Hjá tí, sum fylgt hevur við skrivin Axel´s í bløðunum, er ikki nakað nýtt í bókini sum so. Tað vil so vera, tá talan er um savn av blaðgreinum. Og viðmerkt er eisini fyri hvørja grein sær, nær og hvar tær hava verið prentaðar. Men áhugavert er at hava tær savnaðar á einum stað og gott at taka aftur í hjá tí søguáhugaða. Tí partur av okkara søgu er tað. Tað skerst ikki burtur.
Tilfarið er fjølbroytt soleiðis at skilja, at har eru bæði stuttligar og álvarsamar hendingar at lesa um. Ella sum tað stendr í lýsing, útgevarin hevur sett upp:
»Her er tilfar til bros, eyðmýkt og stundum eisini blonk eygu.«
Bókin, sum fæst innbundin fyri 268,- krónur, er umbrotin og prentað á Dimmalætting.