Tað var um ársskiftið 2012/2013, at Univice í Runavík keypti kendu fyritøkuna, AWI Boats, sum í mong ár hevði bygt glastrevjabátar. Síðan keypið hava Univice og AWI Boats húsast í tilsamans 1200 fermetra stóra bygninginum í Runavík, sum Univice eisini keypti í samband við yvirtøkuna av AWI.
AWI Boats er elsta og best kenda navn innan framleiðslu av glastrevjabátum í Føroyum. Felagið hevur bygt einar 300 bátar, sum eru spjaddir víða um norðurlond. Eftir at Univice keypti AWI Boats, hevur felagið eisini bygt bátar, og síðan yvirtøkuna eru sjey útróðrarbátar bygdir til Grønlands.
Herfyri var stjórin í Univice, Jóhan Henrik Olsen, í Sisimiut í Grønlandi á fiskivinnustevnuni, Polar Fish, og her hevði føroyska fyritøkan eisini bás. Fiskivinnustevnan var um vikuskiftið, 21., 22. og 23. september. Hetta er ein messa, sum skiftir millum Grønland og danska býin, Ålborg, soleiðis at hon annaðhvørt ár er í Grønlandi og annaðhvørt ár í Danmark.
Jóhan Henrik Olsen sigur, at tað serliga er samstarvið um útróðrarbátarnar, sum Univice og AWI Boats hava bygt til grønlendingar, ið ger, at fyritøkan var við og hevði bás í Sisimiut. Univice hevur annars verið við á Polar Fish í fleiri ár, og fyritøkan heldur tað vera umráðandi at vísa andlit og útboð.
- Áður hava vit fingið sambond á Polar Fish, sum seinni hava ført til sáttmálar, og tað er slett ikki óhugsandi, at sáttmálar upp á longri sikt kunnu spyrjast burtur úr hesi luttøku, sigur stjórin og vísir á, at teir sjey útróðrarbátarnir, sum AWI Boats í hansara tíð hevur bygt til Grønlands, serliga eru bátar í støddini 33 og 39 føtur, og har skrokkurin er serbygdur til grønlendsk viðurskifti.
Jóhan Henrik Olsen sigur, at tað hevur verið eitt sindur aftur og fram við bygging av útróðrarbátum til Grønlands, men so seint sum 2017 bygdu teir ikki færri enn tríggjar bátar til Grønlands – og í ár er ein farin yvir hagar.