AWI BOATS Service Sp/f:

4-mannafar til Danmarkar

Áhugin fyri føroyskum 4-mannaførum úr glastrevjum uttanlands er vaksandi.

Í vikuni avskipaði AWI BOATS Service Sp/f úr Runavík eitt 4-mannafar til Danmarkar.

Av virkinum verður sagt, at áhugi er fyri føroyska bátinum, og at áhugin er øktur seinastu tíðina.