Russiski hægstirættur hevur avvíst kæru frá russiskum fiskavirki um innflutningsbannið, sum russiska stjórnin hevur sett í verk móti innfutningi av vørum úr flestu londum í Evropa.
Eitt russiskt felag, sum hevur klagað russiskar myndugleikar fyri hægstarætti, fekk ikki viðhald í síni klagu.
Tað var OJSC Murmansk Fish Factory, sum bað hægstarætt um at ógilda innflutningsbannið, sum russiska stjórnin hevur sett.
Hetta varð gjørt eftir, at fyritøkan fyrst í september hevur fráboðað, at felagið fór at steðga framleiðsluni orsakað av manglandi rávøru úr Noregi.
Felagið bað um, at fiskur úr USA, ES, Avstralia, Kanada og Noregi verður undantikin innflutningsbanninum.
- Men, nú hevur russiski hægstirættur avvíst kæruni, sigur Vinnuhúsið og vísir til grein á norsku heimasíðuni www.intrafish.no