Avvarðandi krevja svar

Hjásitara sakførarin, Mette Yvonne Larsen, sigur, at tað er eyðsýnt, at løgreglan kom ov seint út á Utøya. Nú krevur hon vegna tey avvarðandi at fáa at vita hví.

Eg haldi, at vit mugu vera samd um, at løgreglan sløsaði virðismikla tíð burtur og var ov sein út á Utøya. Tað er ein feilur í skipanini, tá ein drápsmaður sleppur at halda fram so leingi. Vit rokna jú við, at ein varð dripin og trý særd hvønn minutt, sigur Mette Yvonne Larsen, hjásitara sakførari hjá fleiri av teimum avvarðandi eftir massakruna á Utøya.

Hon leggur dent á, at hon ikki ynskir at staðfesta skuld hjá teimum einstøku persónunum, men sigur, at tað er týdningarmikið, at tey eftirsitandi fáa at vita meira um valini, ið gjørd vórðu.

At onkur gav boð um, at Delta-bólkurin (innsatsdeildin hjá løgregluni) skuldi fara til Storøya heldur enn til Utvika er fullkomiliga óskiljandi. Vit mugu fáa eina grundgeving. Tað virkar eisini undarligt, at Delta-bólkurin varð fluttur út í oynna í einum lítlum gummibáti, sigur Mette Larsen.

Hon sigur, at øll tey, ið vistu, at børn teirra vóru á lívi stutt undan at drápsmaðurin varð tikin, vilja hava svar, og svarini mugu koma skjótast gjørligt.

Tey avvarðandi eru ógvuliga ørkymlað. Tey kenna, at tey koma ikki víðari uttan greið svar. So seint sum í dag fekk eg eini sms-boð frá einum pápa ið sigur tað als ikki kann góðtakast at bíða til ein kanningarnevnd kemur við sínari niðurstøðu, sigur Mette Larsen við VG.

Aðrir hjásitara sakførarar eru ikki so avgjørdir um, hvørt løgreglan var ov sein út á Utøya ella ikki, men teir eru líka avgjørdir í, at tey avvarðandi mugu fáa svar upp á, um farið kundi verið ørvísi fram.

Tað sigur seg sjálvt, at serliga fyri tey, sum doyðu í endanum av massakruni hevur tað týdning at vita, um løgreglan var effektiv, ella um teir kundu verið frammi 10-20 minuttir fyrr. Tí í so fall má tað fáa avleiðingar, sigur hjásitara sakførarin, Nils Aga við norska blaðið VG.