Blái Krossur skipar í døgunum 1. til 3. september fyri skeiði fyri fólkum, sum liva tætt at einum rúsmisnýtara Sagt verður, at hjá einum rúsmisnýtara er tað ikki bert hesin persónurin sum hevur trupulleikar.
Hetta rakar bæði foreldur, maka og børn, sum tá viðgerðin er byrjað, uppliva ein stóran lætta, men samstundis eitt stórt tómrúm, har nógvir ósvaraðir spurningar og kenslur koma til kennar.
Við hesum skeiðnum ynskir felagsskapurin at hjálpa bæði rúsevnismisnýtarum, og teimum, sum vara av. Tí verður skipað fyri hesum skeiði á Blákrossheiminum í Havn.