Avvísir øllum ákærum

- At eg ikki skal hava hildið fíggjarkarmarnar fyri triðja ársfjórðing í fjør havi eg staðiliga víst aftur, og skal kjak um leistin leggjast út sum samstarvstrupulleikar, so kemur tað púra óvart á, at tað skal føra uppsøgn við sær, sigur Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, sum í síðstu viku fekk ætlanarskriv frá Anniku Mittún Jacobsen

ÆTLANARSKRIV

Leo Poulsen

leo@sosialurin.fo


Tað kom púra óvart á Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindaleiðara í Kringvarpinum, at hann, tá hann kom til arbeiðis aftur millum jól og nýggjár, fekk ætlanarskriv frá stjóranum, Anniku Mittún Jacobsen.


- Í mínari verð er avgjørt einki so drastiskt farið fram millum meg og stjóran, at tað skuldi verið grund til eina uppsøgn. Í einum dynamiskum leiðarasamstarvi eru altíð ávísar friktiónir, og tað eiga tað at vera, tí annars er eingin meining við einum leiðaratoymi, sigur tíðindaleiðarin í Kringvarpinum.


Hann sigur, at serliga tá hugsað verður um, at hetta er ein samanlagdur stovnur, sum skal finna síni bein at standa á.


- Tá samstarvstrupulleikar verða nevndir í ætlanarskrivinum, so er tað eingin av grundgevingunum, sum eg kan taka undir við. Tað kostar at reka eina tíðindadeild, og eg kom til eina samanlagda tíðindadeild, sum áður hvør í sínum lag var krumtappurin á hvør sínum stovni við hægstu raðfesting. Tað sum vit síðani hava gjørt, er at royna at menna deildina í samanlagda stovninum, sigur Jon Brian Hvidtfeldt.


Mist álitið

Ein onnur grundgeving fyri ætlanarskrivinum er, at tíðindaleiðarin skal hava nýtt pening út yvir fíggjarkarmin fyri triðja ársfjórðing 2009.


- Men hesum havi eg bæði munnliga og skrivliga staðiliga víst aftur, sigur Jón Brian Hvidtfeldt.


Hann sigur, at út frá hesum báðum pástandum hevur Annika Mittún Jacobsen so valt at siga hann úr starvi.


- Sagt verður í ætlanarskrivinum, at stjórin ikki hevur álit á, at eg megni at reka tíðindadeildina fyri tann pening, sum hon ætlar at játta til endamálið fyri 2010, sigur Jón Brian Hvidtfeldt.

Hann ivast í, um ætlanarskrivið er nóg væl umhugsað, tí leygardagin boðaði kringvarpsstjórin frá, at hon tók yvir fyribils starvið sum tíðindaleiðari, men sunnudagin boðaði hon so aftur frá, at hon hevði givið Inga Rasmussen tænastuboð um at taka við starvinum sum fyribils tíðindaleiðari.


Starvsfólkið stuðlar

Men hóast Annika Mittún Jacobsen hevur mist álitið á Jón Brian Hvidtfeldt, so eru tað onnur, ið ikki hava.

- Eg skilji, at starvsfólkið á samanløgdu tíðindadeildini hevði ein innanhýsis fund nýggjársaftan, og at tey har gjørdu av at senda eitt mótmælisskriv til kringvarpsstjóran. Og tað sigur seg sjálvt, at slíkt fløvar, sigur Jón Brian Hvidtfeldt.

Síðani Annika Mittún Jacobsen tók við sum kringvarpsstjóri fyri 21 mánaðum síðani, segði hon øllum verandi átta deildarleiðarunum úr starvi, og síðani tá eru tríggir antin farnir ella sagdir upp. Jón Brian Hvidtfeldt er sostatt tann 11. í røðini.

Ætlanarskrivið er dagfest 29. desember 2009, og hann hevur 14 daga freist at svara.

- Eg havi søkt mær løgfrøðiliga hjálp, og sjálvt um freistin er stutt, so havi eg longu valt at mótmæla uppsøgnini. Eg meti ikki, at eg havi fingið eina rættvísa viðferð, sigur Jón Brian Hvidtfeldt.

Skuldi ætlanarskrivið verið tikið aftur, væntar Jón Brian Hvidtfeldt framvegis, at hann kann arbeiða saman við Anniku Mittún Jacobsen.

- Eg plagi ikki at vera ímintur, so tað man eisini fara at ganga, sigur Jón Brian Hvidtfeldt, sum er settur frá sum virkandi tíðindaleiðari, inntil ein endalig avgerð er tikin.



Jón Brian Hvidtfeldt er fyribils settur út í kuldan av Kringvarpsstjóranum

Mynd: Jens Kristian Vang