Avtaluuppskot er orðað

Eitt uppskot um eina nýggja veðurlagsavtalu er nú orðað og verður lagt fyri ríkis- og stjórnarleiðararnar í Keypmannahavn í dag. Danskir fjølmiðlar og Reuters skriva, at eftir uppskotinum verður hitavøksturin í mesta lagi tvey stig, og menningarlondini fáa lyfti um 500 milliardir krónur í 2020.

Tað merkir sambært keldunum, at í seinasta lagi í 2020 skulu tey ríku londini vera við til at lata menningarlondunum 500 milliardir krónur um árið til at fíggja teirra átøk ímóti veðurlagsbroytingum.

Samstundis skulu londini binda seg til at skipa so fyri, at hitavøksturiná jørðini skal haldast niðan fyri tvey stig.

Amerikanski forsetin, Barack Obama, skal eftir ætlanini lenda í Kastrup klokkan hálvgum níggju danska tíð.