Bill Justinussen, løgtingsmaður, hevur eisini sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, fyrispurning um útbyggingina av Tórshavnar havn. Løgtingsmaðurin spyr, hví landsstýriskvinnan ikki lurtaði eftir tilmælinum frá Býarskipanarnevnd Landsins um hesa stóru havnaútbygging.
- Hvørji atlit tók landsstýriskvinnan, tá hon valdi ikki at fylgja tilmælinum - og varð landsstýriskvinnan løgd undir trýst av Heðini Mortensen, spyr løgtingsmaðurin, sum eisini vil hava at vita, um samgongusamstarvið varð nevnt í samskiftinum millum landsstýriskvinnuna og Heðin Mortensen og møguliga onnur í samgonguni?
Bill Justinussen vil hava landsstýriskvinnuna at svara, um avtalur vórðu gjørdar um onnur politisk mál í samband við avgreiðsluna av útbyggingini av Tórshavnar havn?
- Havnaútbyggingin fekk eina turbulenta viðgerð í Innlendismálaráðnum. Býarskipanarnevnd Landsins, sum er fakmyndugleikin og serfrøðin á økinum, mælti frá við teirri grundgeving, at havnin hevði ligið betri aðrastaðni í kommununi, helst burtur frá bygdum øki, har ferðsluviðurskiftini eru betri, og har tað slepst undan ampa av ferðslu, óljóði og øðrum.
Løgtingsmaðurin vísir á, at Býarskipanarnevnd Landsins heldur eisini, at útbyggingarmøguleikarnir eftir ætlaðu útbyggingina eru avmarkaðir, og samanumtikið metir nevndin, at tað ikki er góð planlegging at staðseta eina stóra góðs-og bingjuhavn beint fyri miðbýin í Havn.
- Tað undrar mong, sigur Bill Justinussen, at landsstýriskvinnan ikki fylgir tilmælinum frá Býarskipanarnevndini. Havandi veiku samgonguna í huga, har eitt nú borgarstjórin í Tórshavnar kommunu er 17. maður, er skjótt at hugsa, at landsstýriskvinnan hevur vrakað óheftu serfrøðina og tikið eina politiska avgerð fyri at tryggja støðufesti í samgonguni.
Bill Justinussen heldur, at tað neyvan nakrantíð fæst at vita, um nakrar avtalur eru gjørdar handan stongdar dyr í hesum máli, og hann leggur dent á, at eftir stendur, at landsstýrið við Tjóðveldi á odda hevur gingið beint ímóti tilmælinum frá einari fakligari ráðgevandi nevnd.