Avtalumøguleikar til oljukannan Føroyar og Hetlands millum

Í næstan 20 ár hava bretskir og dansk-føroyskir embætismenn og ráðgevar teirra samráðst um botnmark landanna millum.

Prátað hevur verið óivað hugnaligt millum skilagóð fólk í hugnaligum umhvørvum.

Einasta veruliga føroyingar, sum so hava fingið burtur úr hesum eru frásagnir um hugnaliga samveru og prát.

Einki ítøkiligt, einki konkret.

Í bóklingi frá »Det Udenrigspolitiske Selskab« mars 1998 á blaðsíðu 62 skrivar Flemming Ytzen: »Den internationale havretskonvention, der efter 20 års forhandlinger trådte i kraft. November 1994 lægger op til at stridende nationer kan lægge uenigheder til side og indgå provisoriske avtaler om f.eks. olieeftersøgning.

Dette er allerede sket mellem Thailand og Malaysia, mellem Vietnam og Malaysia, mellem Indonesien og Australien og mellem Japan og Sydkorea«.

Áhugavert verður at frætta um hesin møguleiki til fyribils avtalu hevur verið viðgjørdur Bretlands og Føroya millum.

Um so er, tá við hvørjum úrsliti? Tað verið negativt ella positivt, um ikki, hví ikki?


Karl Nolsøe

cand.polit.

04.08.98