Gamalt er, at ein maður er ein maður og eitt orð er eit orð, men eftir hesum málinum at døma hevur leiðsla Tjóðveldisfloksins eitt heldur avslappað forhold til lyfti og avtalur. Formaður Tjóðveldisfloksins sigur, at tað ber ikki til at bíða til kanningin er liðug, hóast hon væntast um fáar vikur. Sostatt kunnu vit staðfesta, at leiðsla Tjóðveldisfloksins hevur lovað meiri, enn hon kundi ella vildi halda.
Øll framferðin í hesum málinum hevur verið ikki sørt óhampulig. Fyrst vildi løgmaður ikki geva Signari á Brúnni eina kanning, hóast løgmaður kann kanna tað honum lystir, og nú sær tað so út sum at ósjálvsøkna loysn á trupulleikunum á SVF, har Signar á Brúnni m. a. tryggjaði, at lønir til SVF-starvsfólkið vóru útgoldnar, er dømd frammanundan av hansara egnu partamonnum. Ringt er at síggja, at nakrar vikur skulu gera tann stóra munin viðvíkjandi Undirvísingar og Mentamálastýrinum. Løgtingið kemur ikki saman fyrr enn á ólavssøku, og Høgni Hoydal sigur seg vera vísan í, at Signar á Brúnni fer at verða reinsaður, tá kanningin er liðug, og sum Sosialurin skilir, so verður hettar um ólavssøkumundið. Hettar tykist ikki at hanga rættiliga saman.
Ættarliðsskifti hevur verið í leiðslu Tjóðveldisfloksins, har yngri kreftir tykjast troðka eldra ættarliðið út, men ikki er tað teimum til miklan sóma at døma ein av sínum egnu, áðrenn nøkur kanning er liðug. Spurningurin er, um Tjóðveldisflokkurin við sínum atburði móti Signari á Brúnni ikki hevur dømt hann, óansæð niðurstøðuna hjá kanningarstjóranum.
Hettar málið um Signar á Brúnni hevur borið seg skeivt at ella ikki, er ikki greitt enn, tí kanningarstjórin ikki er liðugur við sítt arbeiði. Tað einasta, ið tykist greitt er, at leiðsla Tjóðveldisfloksins hevur framt avtalubrot, óansæð hvat úrslitið verður av kanningini av Signari á Brúnni, og hvat man annars heldur um málið.
Spurningurin er, um álit ikki júst er kjarnin í málinum. Hvussu kann man vænta, at avtalur í framtíðini verða hildnar av leiðslu Tjóðveldisfloksins, tá teir sambært einum av egnu tinglimum hava brotið eina klára avtalu? Hvussu kann borgarin hava álit á, at teir ikki eisini í øðrum málum hava lovað ov nógv, soleiðis sum andstøðan førir fram í eitt nú fullveldismálinum?oacute;rn um broytt viðurskifti millum Føroyar og Danmark, tað hevði verið nokk at fingið eitt danskt uppskot faxað út í Tinganes til undirskrivingar, tí har góðtaka tit alt beinanvegin, tað hava tit prógvað til fulnar, so har er einki at samráðast um ? og at avreiða eitt heilt land við einum pennastroki skuldu tit helst eisini klárað. Tað er frælsisstríðið, sum krevur samráðingar, og har er nógv at samráðast um.
Eg dugi ikki at fata, at tað er so rívandi galið at taka ábyrgd av sínum egnu viðurskiftum? eitt annað, sum eg eisini kundi hugsað mær at vitað er, hvat er stórbæri í at fáa pening og lata vald frá sær, ella hvussu ein kann hava sum politiskt endamál at tryggja, at vit ikki skulu gerast sjálvbjargin og hava sjálvstýri í Føroyum, skiljið tað hvør ið vil? ? men tað er sambandspolitikkur við stóra S.
Jú, so sanniliga er nógv at samráðast um, men tað er ein fortreyt, at mótparturin vil samráðast, og sjálvt tá vit hava upplivað at stjórnin leggur seg tvøra og ikki vil viðgera eina rímuliga skiftistíð ? sum einki hevur við biddaragongd at gera, sjálvt tá kemur afturhaldið við eftirklókskapinum í reinum sambandsanda og niðurger samráðingarnevndina, sum helst ikki kundi verið betur umboðað og hálovar mótspælinum frá donsku stjórnini.
Men hóast tað, so er endamálið við samráðingum eitt land ? okkara land Føroyar, harra Atli Hansen.
Áki Andreasen










