Avtalu við Grønland

Grønland og Danmark skrivað í vikuni undir eina prinsipp avtalu

AVTALA

Tá Per Stig Møller er liðugur at tosa við føroyingar um uttanríkismál, so fer hann til Grønlands at undirskriva eina sokallaða prinsipp avtalu við grønlendska heimastýrið.
Neyðugt var at bíða eina viku við undirskriftunum, tí Greenpeace hevur sett ljóskastaran á umhvørvistrupulleikarnar á Thule støðini.
Avtalan slær fast, at grønlendingar skulu vera við og fáa nágreiniliga kunning, tá uttanríkis samráðingar og avtalur verða gjørdur, ið víðvíkja Grønlandi.
Avtalan fer ikki at merkja, at Grønland nú sjálvt sleppur at samráðast, tí uttanríkismál hoyra til donsku stjórnina at umsita. Heldur ikki fær grønlendska heimastýrið øll síni ynski uppfylt, men avtalan er meira ein staðfestin av, at grønlendingar skulu fáa meira at siga, og hetta eisini er ætlanin hjá donsku stjórnini.
Strangari umhvørviskrøv í sambandi við støðina í Thule er ein av orsøkunum til, at grønlendingar hava viljað skrivað undir hesa avtaluna. USA skal fáa greitt at vita, at ein skipað endurbyggingarætlan skal gerast fyri umhvørvið við støðina í Thule.