Tá Alexandre I. Borissov frá russisku mynugleikunum og Herluf Sigvaldsson frá føroysku myndugleikunum gjáramorgunin settust hvør sínu megin samráðingarborðið í Sjó- og Vektarbúðini í Tinganesi høvdu teirr sett sær fyri at vera lidnir við eina fríhandilsavtalu áðrenn dagurin var liðin.
Tá Sosialurin fór til prentingar beint eftir middag, var tó enn ikki greitt, um avtalan var komin undir land. Tað bar ikki til at fáa fatur á føroyska samráðingarleiðaranum.
Sosialurin skilir tó, at sáttmálin verður undirskrivaður, tí talan er bert um nakrar tekniskar orðingar, sum skulu fáast frá hondini.
Tað hevur gingið strilti at fáa endaliga samráðingarfundin í lag. Seinast russiki samráðingarleiðarin, sum er stjóri fyri fíggjar og handilsdeildini hjá russisku stjórnini, skuldi koma til Føroya, kom annað í vegin.
Fríhandilsavtalan við Føroyar er fyrsta fríhandilsavtalan, Russland ger nakað evropeiskt land.









