Avtalan, sum føroyingar hava skrivað undir við russar um umbýti millum tosk og svartkjaft, er ein vanlukka fyri Føroyar. So avgjørdur er Hans Andreas Joensen, stjóri á Thor. Hann segði við Rás2 klokkan trý, at føroyska samráðingarnevndin hevur latið seg misinformerað av okkara egnu, og tí eigur avtalan at takast aftur beinanvegin. Hans Andreas Joensen sigur, at vit við hesi avtaluni hava mist millum 200 og 300 mill. kr. í virði. ?Tað eigur at fáa avleiðingar fyri tey, sum hava gjørt avtaluna og fara vit at kanna allar smálutir í henni og krevja, at avtalan verður afturtikin sigur Hans Andreas Joensen við Rás2.