Allir føroyskir skúlanæmingar fáa nú ókeypis atgongd til Internetið.
Hetta varð veruleiki, tá Signar á Brúnni, landsstýrismaður, og Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, fríggjadagin skrivaðu undir avtaluna millum Undirvísingar- og Mentamálastýrið og Føroya Tele.
Á tíðindafundi fríggjadagin vóru báðir partar samdir um, at avtalan fer at hava stóran týdning fyri undirvísingina í framtíðini.
Skúlaverkið sigur seg hava fingið eina góða avtalu. Og Føroya Tele fegnast um at hava fingið samband við fleiri túsund komandi Internetkundar.










