Avtalan um oljuna ikki broytt

Áðrenn danski forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen kom á almenna vitjan í Føroyum mánadagin spurdu vit løgmann, um spurningurin um ognarrættin til ráevnini í undirgrundini fór at verða tikin á fundunum teirra millum.

Forsætisráðharravitjan


Løgmaður sigur avgjørdur, at hetta málið er avgreitt bæði frá føroyskari og danskari síðu. -Tað málið verður ikki reist frá føroyskari síðu. Verður tað reist av fjølmiðlunum fari eg bara at endurtaka innihaldið í avtaluni frá 92, sum allir partar eru samdir um og sum eisini hevur verið staðfest fleiri ferðir.

Seinastu tíðina hevur varaløgmaður, Høgni Hoydal í lýsingum og greinum í bløðunum reist spurningin og víst á, at soleingi føroyingar ikki hava skjøti til sítt egna land ber til hjá dønum at sáa iva um virði í avtaluni frá 1992. Til tað sigur løgmaður, at hann
tekur ikki undir við Høgna Hoydal, tá tað snýr seg um ráevnini í undirgrundini.

-Tað málið varð avgreitt í desember 92. Sjálvt um man bæði frá danskari og føroyskari síðu hevur roynt at seta spurnartekin við avtaluna, so hevur man eisini frá danskari síðu entá í fólkatinginum fingið staðfest, at har er einki at gera. Tann avtalan hevur fult gildi.

Løgmaður vísir á, at tá formaður Tjóðveldisfloksins umrøður hetta málið, so tosar hann um at fáa skjøti til landið, og tað er nakað annað. - Skjøtið fáa vit ikki, fyrr enn vit taka fullan suverenitet. Tað er galdandi í hesum og øllum øðrum málum. Vit hava gjørt avtalu við donsku stjórnina, sum gevur okkum ognarrætt til ráevnini, og tað er staðfest allan vegin, at vit hava henda rætt til ráevnini í undirgrundini. Tað eru ikki tvær meiningar um tað.