Heilsuverkið, Smyril Line, og kanningarstovan, Thetis, hava nú longt avtaluna um at kanna ferðafólk, sum koma til Føroyar, fyri koronu.
Øll, sum koma til Føroya, skulu lata seg kanna fyri koronu og tann skipanin heldur nú fram til nýggjársaftan.
Í hesum sambandi skipar Smyril Line fyri kanningunum, tá ið ferðafólk koma umborð á Norrønu í Hirtshals og í Vágum er tað Thetis, sum kannar ferðafólkið, sum kemur til Føroyar.
Tað hevur verið funnist eitt sindur at tí, at royndirnar verða kannaðar í bólkum, har seks royndir verða kannaðar saman. Ført hevur verið fram, at tað gevur eitt úrslit, sum ikki er heilt so álítandi sum tað er, tá ið royndirnar verða kannaðar hvør sær.
Í nýggju avtaluni stendur, at royndirnar skulu kannast, ein og ein, men í serstøkum førum kunnu fleiri royndir kannast ísenn. Men tá ið royndir verða kannaðar í bólkum, skulu kanningarstovurnar boða myndugleikunum í Føroyum frá tí, og tær skulu eisini grundgeva fyri, hví tað í hvørjum einstøkum føri er neyðugt at kanna royndirnar í bólkum.
Kostnaðurin fyri kanningarnar verður tann sami, nevniliga 312 krónur fyri hvørja kanning, umframt mvg, ella 390 krónur tilsamans.