Avtalan hevur størri týdning enn bummgjald

– Vágafólk og norðoyingar eiga at hava rætt til at brúka vegakervið eftir somu treytum sum øll onnur

– Tað altavgerandi er ikki at sleppa undan at rinda nakrar krónur fyri at koyra ígjøgnum tunnilin. Tað avgerandi er, at ein gjørd avtala verður hildin.

Soleiðis siga teir báðir borgastjórarnir í Vágum, Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, og Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, í eini almennari áheitan á landsstýrið í morgun


– Vit hildu, at vit umsíðir sóu ljósið í tunnilsmunnanum, men so komu »tey køvandi boð«, at Vágatunnilin skal gerast ein føst inntøkukelda hjá landskassanum, sum tær báðar taka til.

 

Tær meta, at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru ein av bestu íløgum, landið hevur gjørt, tí teir eiga ein týðandi leiklut í tí framtakssemi og virkisfýsni, sum er í landinum.

 

– Vit hava síðstu tíðina hoyrt fleiri, sum vóru við í tilgongdini, tá farið var undir arbeiðið í Vágatunnlinum, siga, at politiska avtalan var, at tunnilin skuldi latast landinum, tá ið lánið var goldið.

 

– Tað er tað, tunnilsnevndin, í samráð við Vinnumálaráðið, hevur arbeitt fram ímóti, og tað er fatanin, øll vágafólk, norðoyingar og føroyingar yvirhøvur, altíð hava havt um verkætlanina, siga tær báðar.

 

– Til dømis sigur Klæmint Weihe, fyrrverandi nevndarformaður í Vága- og Norðoyatunnilinum, soleiðis í FB-viðmerking: “Avtalað varð, at partafelagið við 160 mio. kr. í partapeningi skuldi latast landinum aftur, tá ið lánið varð goldið, og tunnilsgjaldið skuldi avtakast. Tað var ongantíð borið upp á mál, at partapeningurin skuldi gjaldast aftur - men at partafelagið skuldi latast landinum aftur.”

 

Hann staðfestir eisini í somu útsøgn, at tað ber ivaleyst til at finna hetta fram aftur í fundarfrásøgn í Vinnumálaráðnum.

 

Teir báðir borgarstjórarnir siga, at avtalan má og skal haldast.

– Tað altavgerandi er ikki at sleppa undan at rinda nakrar krónur fyri at koyra ígjøgnum tunnilin. Tað avgerandi er, at ein gjørd avtala verður hildin, og at vágafólk og norðoyingar,koyra á vegum landsins undir somu treytum sum allir aðrir føroyingar.

 

Tí heita tær so staðiliga heita á politiska myndugleikan um at halda avtaluna, sum segði, at tá ið tunnilin er goldin, skal hann handast landinum fyri einki, og bummgjaldið fella burtur.