Í gjár skrivaðu LISA og Uttanríkis- og Mentamálaráðið undir leigusáttmála um bygningar í Hoydølum. LISA fær nú nýtslurætt til Gentukostdeildina umframt garasjuna og hjallin nærhendis. Hesum boðar Uttanríkis- og Mentamálaráðið frá nú.
LISA flytur inn 1. august.
Upprunaliga ætlanin var, at LISA saman við Tjóðsavninum skuldu flyta inn í høvuðsbygningin í Hoydølum, men soleiðis verður ikki.
– Landsverk hevur staðiliga mælt frá, at bygningurin verður tikin í nýtslu, soleiðis sum hann stendur í løtuni, ljóðar tað frá Mentamálaráðnum.
Landsverk hevur kannað standin á høvuðsbygninginum, og næsta stigið er síðani at fyrireika umvælingarnar.
– Eg eri fegin um, at vit endiliga hava gjørt leigusáttmála við LISA um Gentukostdeildina í Hoydølum, og eg gleði meg til at síggja, hvussu mentanarlívið fer at trívast í Hoydølum komandi árini, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.
LISA - ella Listafólkasamband Føroya - varð stovnað 14. januar 1982 og er eitt meginfelag, sum hevur til endamáls: at styrkja listina og listafólk í mentanarpolitiskum høpi.