- Avtalan er eitt gjøgnumbrot

Føroyar standa nú á gáttini til at kunna styrkja handilsligu og búskaparligu bondini millum føroysku tjóðina og fleiri av eurasiatisku londini. Tað er greitt aftaná, at ráðharraráðið í Eurasiatiska Búskaparsamgonguni, EABS, fyrr í vikuni einmælt samtykti at gera avtalu við Føroyar.


Tað er Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, sum í tíðindaskrivi í dag boðar frá nýggj avtaluni, ið gloppar dyrnar fyri føroyska vinnulívið til Russland, Kasakstan, Hvítarussland, Armenia og Kirgistan.


- Talan er sostatt um ein marknað við 183 milliónum íbúgvum. EABS umsitur handilssambondini vegna øll limalondini, heruppií eisini fríhandil við Russland, skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.


Upplýst verður, at avtalan inniber, at partarnir eru samdir um miðvíst at samstarva við at styrkja handilsligu og búskaparligu bondini millum Føroyar og limalondini í EABS.


- Avtalan er eitt gjøgnumbrot. Hon er eitt týðandi stig á leiðini at fáa handilsviðurskiftini millum Føroyar og londini í EABS í eina fasta legu og fer væntandi at slóða fyri, at ein fríhandilssáttmáli millum Føroyar øðrumegin og Russland, Kasakstan, Hvítarussland, Armenia og Kirgistan hinumegin gerst veruleiki, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.


Poul Michelsen og Tatiana Valovaya, ráðharri í Eurasiatisku Búskaparsamgonguni, ið varðar av samhandli við triðjalond, fara væntandi at undirskriva avtaluna í Føroyum í august í ár, men áðrenn tað fer landsstýrismaðurin at ráðføra seg við Løgtingsins Uttanlandsnevnd um sjálva avtaluna, upplýsir Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.